Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Fleiri franskir miðlar og danska kringvarpið hava valt ikki at vísa myndir av yvirgangsfólkum, tí at tey meta at hetta fer at elva til fleiri yvirgangsatsóknir, tí at so er vandi fyri, at hesi yvirgangsfólkini verða hálovaði sum hetjur. Í hesum høpi verður sjálvandi serliga sipað til islamistisk yvirgangsfólk.

Men er hetta eitt gott hugskot? Er tað gagnligt, at miðlar átaka sær leiklutin sum tey, ið velja hvat fyri upplýsingar skulu dyljast og hvørjar skulu koma undan kavi? Í sambandi við hetta mugu vit spyrja okkum sjálvi: Hvat er leikluturin hjá tíðindamiðlunum?

Ofta verður nevnt, at leikluturin hjá tíðindafólki er at vera vakthundurin í samfelagnum og at tíðindafólkini eru tað fjórða statsvaldið, at tíðindafólk hava ábyrgd at siga frá og tala at, um okkurt skeivt fer fram, men eisini at vera amboð til kunningar og upplýsingar[1].

Hetta eru lýsingar, sum vit flestu allarhelst eru samd í, men lúka hesir miðlarnir hesar treytir, um valt verður ikki at varpa út nøkur ávís tíðindi? Nei. Fremsta skyldan hjá tíðindafólki er at vera objektiv og ikki velja og vraka upplýsingar, sum kunnu koma illa við. Tað er ein dygd at raðfesta sannleikan, tóat hann ofta er illa lýddur og eru vit tí skjót at rósa varskógvarum sum Julian Assange og Edward Snowden fyri teirra óvikiliga stríð eftir opinleika.

Vit hava sæð mong ræðudømi kring heimin um lond, sum skýggjaðu sannleikan, grundirnar hava verið mangar og tey flestu hava uttan iva hildið seg gjørt rætt í vali av upplýsingum, sum hava verðið bornar fram: Sovjetsamveldið, nasistatýskland, kommunistisku stýrini í Kina, Norður Korea, Kuba, Khmer Rogue í Kambodja og nýligari dømi sum stjórnin hjá Erdogan í Turkalandi, Hamas stýrið í Palestina, Saudi Arabia o.s.fr., hava øll hildið seg gjørt rætt og at tey vardu fólkið frá skeivum upplýsingum, við at sensurera tíðindi. Henda leið er sera vandamikil at taka og hon skilir seg frá teimum virðum, sum vesturheimurin er bygdur á og sum hevur loyvt so stórari vísindaligari- og samfelagsligari framgongd hesi seinastu øldirnar: Opinleika fyri sannleikanum, líka mikið hvat skap hann tekur.

Í dag eru fleiri tekin um, at vesturheimurin vinglar somu leið, sum hesi ræðudømi omanfyri og avgerðin hjá miðlunum í Fraklandi og Danmark eru enn eitt stig skeiva vegin: Kynsligi ágangurin í Köln í Týsklandi, sum ongin miðil upplýsti um í 4 dagar, til tað lak út. Sosialu trupulleikarnir í samband við innflytarar í Svøríki, sum næstan ongin miðil upplýsti og upplýsur um. Pedofili gølan í Rotherham í Onglandi. Og nú eisini tilburðirnir av yvirgangsatsóknum, har samleikarnir hjá yvirgangsmonnunum verða krógvaðir o.a.
Hvat hava allir hesir tilburðir til felags? Teir kava allir út yvir islam og tess vinaband við yvirgang og kúgan av mannarættindum. Av ótta fyri at vera "politiskt ókorrektur" og at verða skýrdur hatursfullur, islamofobiskur, rasistiskur og tað, sum verri er, so hava fólk hatað sannleikan; hann hevur verið mettur ov ljótur at síggja dagsins ljós, tí at hildið hevur verið fast í eini hugsjón, sum ikki er opin fyri mótsvørum og útsagnum um tað øvugta: Nevniliga at sannleikin er eitt tól, sum bara skal brúkast, tá ið tað gagnar einum ávísum endamáli.

Latið okkum virða fólkaræðisligu mannagongdirnar í samfelagnum, hvørs grundsúla er stremban eftir sannleikanum og latið okkum ikki halda at vit hava leiklutin at velja og vraka upplýsingar. Sum kenda orðatakið sigur: Sannleikin er sum ein leyva: Tær nýtist ikki at verja hana. Lat hana leysa; hon fer at verja seg sjálva.

Ung fyri Miðflokkin

1: Sí her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo