Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Eitt samt Løgting broytti uppskotið hjá Høgna Hoydal um fiskidagar grundleggjandi. Tað sum landsstýrismaðurin og Tjóðveldi søgdu ikki lat seg gera, bar væl til, nevniliga at áseta fiskidagar fyri eitt heilt fiskiár og útluta teir til skip og bátar.

Tað var uppá tíðina, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, var settur uppá pláss, og beinanvegin bar til at finna eina breiða semju.

Tjóðveldi egnar seg best at verða í andstøðu. Beinanvegin tey fáa ábyrgd verður galið. Uppskotið um fiskidagar og atferðin hjá Tjóðveldi eru dømir um teirra vánaliga politiska handalag.

Fyri nøkrum árum síðan, tá Tjóðveldi var í CHE-samgonguni, var ivast í um Tjóðveldi var stjórnarberandi. Í dag kunnu vit ásanna, at lítið er broytt.

Vónandi er tað gingið upp fyri Javnaðarflokkinum, at Høgni og Tjóðveldi eru ein forðan fyri, at ein breið semja kann finnast um fiskivinnunýskipanina.

Tað er einki sum bendir á, at løgmaður maktar at seta Høgna uppá pláss, tvørturímóti.

Aftan á dagin í dag, er vón fyri at løgtingsfólkini megna tað, sum løgmaður ikki er førur fyri.

Eygleiðari

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo