Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen

VP spyr

NAVN / NR.FO

Mítt tastatur

Í august 2008 segði Tjóðveldi seg ikki vera stjórnarberandi, tá ið ósemja var um niðurskurðin av fiskidøgum í fiskidagaskipanini, og viðvíkjandi nýggja fiskivinnu uppskotinum sær søgan út til at endurtaka seg.

Kringvarpið hevur eina yvirskrift ovast á heimasíðuni sum eitur: Kristin Michelsen blokerar.

Kringvarpið vil hava Kristin Michelsen til syndabukk, eftir yvirskriftini at døma.

Men sum VP skilur, so er tað ikki bara Kristin Michelsen sum ikki tekur undir við uppskotinum, sum roynt hevur verið at fáa semju um í tveir dagar í Suðri, men ósemja er eisini í Tjóðveldinum, tá ið talan er um økiskvotur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann