Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Mikudagin fóru turkiskir hermenn um markið inn í Sýria, har teir ætla at jagstra og niðurberja tað teir kalla kurdiskar yvirgangskroppar. Innrásin hendir eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump, herfyri gjørdi av at taka amerikansku hermenninar í økinum heimaftur.

Nógv hava funnist at Donald Trump, eisini fólk ovarliga í republikanska flokkinum, tí kurdarnir hava kríggjast lið við lið og vunnið ímóti víðgongda ismalistiska IS herinum.

Heilt nógv fólk eru flýggjað úr økjunum framvið 500 kilometra langa markinum ímillum Sýria og Turkaland. Og neyðhjálparfelagsskapir ávara um eina humanitera katastrofu sum er um at taka seg upp.

Turkaland er limur í Nato, og har hava fleiri sera atfinningarsamar røddir verið at hoyrt. Teirra millum er eisini onkur sum heldur, at Turkaland eigur at verða blakað úr Nato. Eitt sum nógv stúra fyri er, hvat fer at henda við teimum fleiri 1.000 IS fangunum, sum eru tiknir og sita fongslaðir í økjunum sum turkar nú taka ræði á.

Kroysti turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, hevur hóttandi sagt, at blanda hini londini seg ikki uttanum, kann tað væl henda, at Turkaland fer at lata liðini upp og lata 3,6 milliónir av flóttarfólkum floyma inn í Europa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo