Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Vágatíðindi

Eg eri ikki samdur við avgerðini hjá Yvirfriðingarnevndini, at flyta húsvognarnar við Kvíandalsvegin.

Í tíðarskeiðinum meðan eg var borgarstjóri komu teir flestu húsvognarnir  at standa við Kvíandalsvegin.

Orsøkin var at somu húsvognar vóru burturvístir av flúgvarabedingini. Tað hevði eg einki í móti tá, og tað havi eg heldur einki í móti nú. Eg eri av tí fatan, at fólk í hava húsvognar elska náttúruna, og fara væl um.

Mín kæra hevur einki við persónar ella húsvognar at gera. Málið er einfalt. Eg, sum borgari var ónøgdur við at annar borgari byggir uttan atlit, heimild og loyvi. Eg var ikki nøgdur við málsviðgerðina í Vága kommunu og í Náttúrufriðingarnevndini fyri Vága sýslu, tí kærdi eg til Yvirfriðingarnevndina.

Eg havi ikki fingið svar frá Yvirfriðingarnevndini uppá tað eg kærdi um, og eri misnøgdur við teirra avgerð.

Eg vil sum býráðslimur í Vága kommunu arbeiða fyri at húsvognar fáa virðiligar umstøður í Vága kommunu. Samstundis vil eg áhaldandi virka fyri, at byggimál vera viðgjørd, sum tey eiga.

Miðvágur, tann 16.september 2015
Albert Ellefsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo