Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Umleið helvtin av føroysku framleiðsluni av elekstrisiteti kemur frá tungoljuverkunum á Sundi og í Vági.

Onkur ár minni, onnur meir. Tungolja er vandamikil. Sera vandamikil. Bæði fyri fólk og nátturu. Serliga er høga svávulinnihaldið í tungoljuni hættisligt. Tungoljan, sum vit brúka í Føroyum, er so mikið hættislig, at ES hevur forboðið sama slagi av tungolju í stórum sjóøkjum um okkara leiðir ( SECA økið).

Svávul viðførir m.a. sýruregn og náttúruoyðing, hartil andadrátts- og hjartatrupuleikar. Føroyska tungoljan hevur 10 ferðir hægri svávulinnihald enn gassoljan, sum føroysku ketlarnir/oljufýringar brúka.

Meðan ES forbjóðar tungoljuni á sjónum, og onnur lond framhaldandi herða átøkini ímóti tungolju á landi, seta vit í Føroyum fram uppskot, har vit tilvitað økja um tungoljunýtsluna og svávulútlátið á landi í Føroyum.

Hvussu effektivar eru hitapumpur í mun til oljufýringar?
Magn hevur fingið innlit í allar 7 kanningarnar, sum Umhvørvisstovan hevur gjørt av hitapumpum í føroyskum húsum og vinnubygningum. Fleiri av teimum kundu, eftir okkara tykki, verið gjørdar munin betri.

Til dømis halda vit ikki at tað er í lagi, at gamlir oljuketlar verða sammettir við spildurnýggjar hitapumpur - úrslitið er givið uppá forhond.

Eisini halda vit, at nýtsluvirðið á hitapumpunum ov ofta verður sett ov høgt, og tað á ketlunum/oljufýringum konsekvent ov lágt - væl lægri enn t.d. Dansk Teknologisk Institut hevur granskað seg fram til, at eitt nú kondenserandi ketilsanlegg  kunnu geva.

Samstundis síggja vit, at  kanningarnar hjá Umhvørvisstovuni brúka ein ov høgan oljuprís og ofta ein ov lágan el-prís, tá orkutólini verða sammett.

Vit meta als ikki, at við hesum ivasama grundarlagi, at tað verður staðfest objektivt, at hitapumpur, í føroyska veðurlagnum og við verandi el-framleiðslu, eru betri fyri náttúruna enn nýggit ketlar.

Nágreiniligar kanningar mangla í stóran mun, og av hesi orsøk er vandi fyri at vit taka skeivar avgerðir um náttúruvernd.

Eitt uppskot
Eg skjóti upp, at vit lata SEV byggja varandi framleiðsluorkuna út, áðrenn fíggjarligur stuðul verður givin hitapumpum. Vit eiga ikki tilvitað at økja um svávuldálkingina í Føroyum við stuðulsskipanum. Hetta hóskar seg ikki einum framkomnum samfelagi.

Eisini eigur Umhvørvisstovan og at taka oljuveitingarfeløgini við í teirra sammetingar av hitapumpum og ketilsanleggum.

Vit mugu fáa staðfest, hvør veruligi munurin er, bæði tá tað snýr seg um hvat sømir seg best fyri náttúruna og loysir seg frægast fyri privatbúskapin hjá føroyska húskinum.

Og her hava oljuveitingarfeløgini eina vitan, sum bæði Umhvørvisstovan og politiski myndugleikin í størri mun eiga at gera brúka av. 

Til seinast mugu vit sum skjótast gera kanningar av tungoljunýtsluni á landi í Føroyum. Vit mugu vita, hvussu nógv svávul er í føroysku náttúruni. Hartil hvørjar avleiðingar hetta hevur á fólk og náttúru.

Hvussu nógv verður nátturan svávuldálkað, um vit fáa fleiri hitapumpur inn á el-netið? Vit eiga at taka hetta meira álvarsligt. Herfyri mundi t.d. komið so vítt at eitt tungoljudrivið orkurverk varð bygt í barnaríkasta økinum í Føroyum.

Eg haldi, at kjakið um elektrifisering og grøna orku er sunt, og vit skulu flyta okkum tann rætta vegin.

Tað hava vit eisini gjørt.

Tíverri haldi eg eisini, at kjakið hevur flutt seg frá at verða vísundaligt til at hava ein religiøsan dám. Tí elektrifisering er ikki = grøn orka, so leingi vit framleiða umleið 50% av okkara el-orku umvegis tungolju.

Líkamikið hvussu ofta vit siga tað. 

Og ja, eg má nokk viðganga, at eg livi av at selja olju. Bæði gassolju og tungolju.

Men kanska er eitt vet av sannleika í tí eg sigi hóast tað?

Hendrik Egholm, stjóri á Magn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo