Satt mansevni sæst ikki góðar og lagaligar løtur, men bert tá ein stendur í mótburði og stríði
- Martin Luther King

VP spyr

NAVN / NR.FO

Onnur tíðindi

Belgiski ráðharrin fer at kalla landsins fregatt heim aftur frá ES-missjónini í Miðalhavinum.

Belgiski ráðharrin Theo Francken, sigur í samrøðu við sjónvarpsrásina VTM, at tað at ES er til staðar í Miðalhavinum heldur ikki tey fleiri túsind fólkini frá Europa. Missjónin eggjar heldur migrantunum at leggja út á hav frá strondini í Libya og seta kós móti einum øðrum lívi hinumegin, heldur hann, skrivar DR.DK.

- Persónliga haldi eg ikki, at henda missjónin skal endurtakast, tí hon er tað reina vitloysi. Tað er eingin logikkur í henni, sigur Theo Francken.

- Hetta handlar ikki um, hvørt vit skulu bjarga teimum ella ikki. Tað skula vit. Men hetta skapar eina effekt, har fleiri migrantar verða lokkaðir við deyðanum sum úrslit. Tað er ein skemdarblettur á Europa, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann