Tann av tykkum, sum er uttan synd, hann kasti fyrsta steinin...
- Jesus úr Nasareth
Vinna

Green IQ hevur í 10 ár arbeitt við at menna nakrar reinsiskipanir til lensivatni í maskinrúmun.

Hesar skipanir gera millum annað, at skipini dálka havi minni enn onnur skip, samstundis sum skipið verður reinari innan, og maskinmaðurin spærir arbeiðstímar í maskinrúminum. 

Skipanin minkar eisini um spilloljukostnaðin hjá reiðarínum.

- Skipaninar vera framleiddar í Føroyum, men næstan øll vøran seinastu 3 árini er seld til skip uttan fyri Føroyar!

- Alt hettar førdi so eisini við sær, at Green IQ var innstillað til norðurlenska umhvørvisprísin fyri ST heimsmál nr 14 í oktober í fjør. Nr 14 handlar um at verja lívið í havinum.

- Við hjálp frá vinnuframa, hevur GreenArc prosjekti nú fyngið játta stuðul frá ES, sum ger tað møguligt at røkka langt út í heim.

- Umsøknin fekk sera høgan karakter, sum merkir at hettar er eitt lutfalsliga áhugavert prosjekt.  Talan er um stuðulskipanina sum eitur HORIZON 2020 hjá EU Fasu 1, sigur Jóhann Fagraklett, stjóri í Green IQ.

- Stuðulin hesaferð er á 50.000 evrur, sum skula brúkast til at greina prosjektið niður í minstu smálutir. Tá tann rapportin er liðug einaferð í heyst, ber til at søkja um fasu 2.

- Fasa 2 handlar um at útføra alt sum rapportin í fasu 1 segði var snildast, og tá eru nógvar milliónir at heinta.

- Horizon 2020 er ein máti at pumpa fyritøkuna upp við, so vit kunna røkka heilt langt út í heim, sigur stjórin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo