Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Krutl

Birita Nolsø, fulltrúi og toymisleiðari á Løgmansskrivstovuni: Tá tosað verður um innovatión, verður mangan sipað til ymisk amboð – ítøkiliga og sum tilvísing til íblástur.

Vit skulu nýta amboð, nýggjar tilgongdir, design-hugsan og so framvegis. Nøkur tykkara suffa ella yppa øksl, tá tit lesa hetta. Tó so hava hesi amboð ivaleyst ein vælmeinandi uppruna og spretta úr einum ynski um at gera nakað, ið munar og er til gagn fyri okkum, ið hava hug og dirvi at arbeiða øðrvísi og við nýggjum arbeiðshættum innan eitt nú innovatión.

Eg var einaferð við sum eygleiðari og virkin luttakari í samband við eina útbúgving innan prosessleiðslu. Talan var um eina sera vælskipaða og nýhugsandi útbúgving við sera góðum lærarum, viðkomandi ástøði og praksis. Júst hendan útbúgvingin...

Les allan bloggin 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo