Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Onnur lond hava tær, eitt nú Týskland. Lúkur, har mammur, ið ikki vita síni livandi ráð, kunnu koyra ein óynsktan nýføðing.

Røddir hava eisini verið frammi í Danmark um at bjóða borgarunum hetta tilboðið, men etiska ráðið heldur ikki, at tað er nøkur gongd leið.

Royndir aðrastaðni vísa, at lúkurnar eru ongin trygd fyri, at foreldur ikki rýma frá nýføddum børnum og lata tey liggja á einum almennum staði til onnur at finna. Eisini heldur ráðið, at  lúkurnar kunnu gera, at færri børn verða ættleidd á vanligan hátt eins og í dag.

Í Danmark hendir tað í miðal einaferð um árið at eitt pinkubarn verður funnið, har mamman, ella foreldrini, eru rýmd. Mest vanliga er, at børnini liggja á benkrum í viðarlundum ella aðrastaðni, har fólk koma.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo