Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Merkisdagar

Um eina viku verður eitt óvanligt brúdleyp á Tvøroyri.

Tað eru Eva Sarita Berg og Laila Annika Nielsen sum verða vígdar í býráðssalinum á Tvøroyri. Aftaná verður veitsla í Miðnámsskúlanum í Hovi fyri gestunum.

- Tað er ikki frítt at vit eru nokkso spentar, sigur Eva Sarita Berg, tá VP fregnast.

Tað er nú gott og væl eitt ár síðani, at samkynd pør fingu møguleikan av ganga saman í hjúnarband í Føroyum við eini borgarligari vígslu. Lógin bleiv broytt 1. juli í fjør. Rættuliga skjótt aftaná at tað bar til hjá samkyndum at giftast blivu tveir bretskir menn vígdir á býráðsskrivstovuni í Havn. Tað var fyrsta samkynda parið, sum bleiv vígt í Føroyum.

Hvussu nógv føroysk samkynd pør eru vígd í Føroyum er ikki heilt greitt, men Eva sigur seg vita, at talan er um tvey ella trý pør.

Annars sigur hon, at tær báðar ikki leggja í at gera so nógv burturúr sær alment - annað enn at tær hava boðið í brúdleyp. 

- Sum persónar eru vit báðar rættiliga líkatil og eg haldi at tað speglast aftur í teimum positivu afturmeldingunum, vit hava fingið frá øllum rundan um okkum, sigur Eva Sarita Berg.

Tað verður Kristen Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sum fer at gifta Evu og Lailu. Hann hevur ikki gift nakað samkynt par áður, men dugir annars ikki at siga, um hetta er fyrsta samkynda parið í Suðuroynni sum verður gift.

- Tað eru ikki øll sum leggja í at gera tað so alment. Eg veit um okkurt par norðanfyri, sum er gift í loyndum, sigur Kristin Michelsen við VP.

Meiningarnar í Føroyum eru ymiskar um hjúnarband ímillum samkynd. Men Kristin Michelsen sigur, at hann ikki hugsar nakað stórvegis um tað at gifta eitt par av sama kyni.

- Lógin er samtykt, og so er bara at koma víðari, sigur hann við VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo