Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Everton venjarin Sam Allardyce sigur í dag, sambært Sky Sports, at Everton er komið ásamt við turkiska Besiktas um at keypa 26 ára gamla framherjan Cenk Tosun fyri 27 mió pund.

Allardyce heldur í hesum sambandi fyri, at tað er ein møguleiki fyri, at Tosun verður tøkur til FA Cup dystin ímóti Liverpool í annaðkvøld.

Tosun hevur spælt 25 landsdystir fyri Turkaland, og í vetur og heyst skoraði hann fýra mál fyri Besiktas í Champions League bólkaspælinum. Besiktas kom fyri fyrstu ferð nakrantíð víðari til 1/8 finalurnar í kappingini.

Everton liggur í løtuni á einum skuffandi 9. plássi í Premier League og hevur saknað ein framherja á sama støði sum Romelu Lukaku, sum í summar varð seldur til Manchester United.

Allardyce sigur viðvíkjandi keypinum av Tosun, at orsøkin til, at Tosun kemur til Everton, er støðið, sum hann er á, og hvat hann hevur víst, umframt aldurin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo