Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Innlendis ítróttur

FSF: Sunnumorgunin setti føroyska U19-landsliðið við dreingjum kós ímóti Budva í Montenegro. Á skránni er EM-undankapping, og umframt Føroyar og vertslandið, eru Kroatia og Kypros eisini við í kappingini.

Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen eru venjarar hjá føroyska liðnum, og teir eru onga løtu í iva um, at hetta verður ein stór avbjóðing. Kortini trúgva teir uppá møguleikan, at fáa nøkur góð úrslit.

- Mótstøðuliðini eru sterk, men ikki sterkari enn so, at vit hava vónir um at fáa góð úrslit og onkur stig. Men skulu vit veruliga bjóða av í kappingini um at sleppa víðari, so má nógv lukkast hjá føroyska liðnum, og vit skulu helst hava marginalarnar við okkum, sigur Eyðun Klakstein.

Føroyska liðið er væl mannað til kappingina, og síðani landskappingin endaði síðst í oktober, hevur hópurin vant regluliga á Tórsvølli.

- Okkara spælarar eru væl fyri at fara avstað til Montenegro. Allir eru frískir og í góðum formi, so vit verða væl fyrireikaðir til dystirnar, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.

Skráin
Mikudagin 9. november: Føroyar – Montenegro (kl. 11:00 føroyska tíð)

Fríggjadagin 11. november: Kroatia – Føroyar (kl. 11:00 føroyska tíð)

Mánadagin 14. november: Kypros – Føroyar (kl. 10:00 føroyska tíð)

Føroyski hópurin sær soleiðis út
Rói Hentze, B36
Rói Zachariassen, AB
Ari Olsen, Skála
Bjarni Petersen, B36
Ólavur Niclasen, KÍ
Andri Benjaminsen, NSÍ
Petur í Túni Petersen, Víkingur
Jóhan Waag Høgnesen, Sønderjyske (DEN)
Jákup B. Andreasen, KÍ
Janus S. Samuelsen, 07 Vestur
Hjalti K. Djurhuus, HB
Erlendur Magnusson, B36
Petur Knudsen, NSÍ
Mórits Heini Mortensen, NSÍ
Hannes Agnarsson, B36
David Muller, AC Horsens (DEN)
Teit Jacobsen, HB
Pætur J. Petersen, B36

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo