Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Læknafelagið hevur fleiri ferðir seinastu árini ávíst, (eftir at hava kannað tað), at um vit skulu samanbera okkum við grannalond okkara, so skulu umleið 350 milliónir krónur játtast heilsuverkinum afturat – hvørt ár.

Sá í gjárkvøldið í KVF, at arbeitt verður við at gera uppskot um eykajáttan uppá 30-40 mill. kr tl Landssjúkrahúsið.

Hetta er helst ein fylgja av, at allir sjúkrahússtjórarnir hava stungið í sekkin.

Vit eru í marst mánaða.  Alt ov lítið av peningi er játtaður til vanliga virkssemið.

Veruleikin á Sjúkrahúsunum passar ikki í Excelarkið.

Sum vanligt, kunnu vit siga.  

Okkara sjúkrahúsverk hevur verið niðurpínt í mong ár. Játtanin hevur hvørt einasta ár verið alt ov lág.

Allur bati bøtir. Tað er gott, at landstýriskvinnan arbeiðir við eini eykajáttan uppá 30-40 milliónir krónur. Men um vit skulu hava eina viðgerð sum í grannalondum okkara, so tørva 350 milliónir krónur afturat í ár.  Og 350 milliónir næsta ár osv. Og upphæddin skal regulerast hvørt ár.

Væntast kann, at tað koma fleiri eykajáttanir í ár.

Hevði ikki verið betri at játta tað, sum reelt kravdist fyri at hava sjúkrahúsverk okkara koyrandi á eins støði og í grannalondum okkara. So leiðslan kundi lagt ætlanir um at arbeiða heldur enn í fleiri førum at nýta nógva orku at gera spariætlanir, har arbeiðið verður útsett?

Ella er politiski viljin, at vit skulu hava eitt afturútsiglt heilsuverk?. Um ikki, so má tann peningur játtast sum skal til. Og tað eru uml 350 milliónir krónur afturat árliga.

Marjus Dam, lækni, fyrrv løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo