Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Eysturhjálpin: Nú Ukrainar halda jól 6. januar hava vit frá Eysturhjálp valt at senda 15.000 kr til okkara hjálparfólk í Ukraina so tey kunnu keypa mat til flóttarfólkini og onnur neyðstødd.

Vit hava júst nú fingið váttað, at pengarnir eru komnir fram, og at tey hava keypt nakrar matpakkar í dag 5. januar, og at tey klára heilar 200 stórar matpakkar fyri pengarnar og at allar 200 familjurnar hava fingið mat frá okkum teirra jóladag sum er 6. januar.

Har vesturi í Ukraina eru nógv fólk sum eru flýdd frá krígnum sum var eysturi í landinum millum russar og ukrainar. Hesi stakkals fólk sleppa ikki heim aftur m.a. tí húsini er bumbað í sor ella kanska at russarasinnað fólk hava yvirtikið teirra ognir á staðnum.

Hesar familjur hava vit hjálp fyrr. Fyrstu ferð á heysti 2014 tá vit vóru har við hjálparbussinum og so aftur í 2015 tá vit sendu 10 tons av klæðum v.m. til tey og nú til jólar ein góðan matarpakka til alla familjuna.

Eisini er avgjørt at vit fara 24. mars í ár inn í Ukraina og heilt eystur har kríggið var.

Seinni í ár liggur so leiðin aftur til Moldova og Rumenia.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo