Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Vinna

Eysturkommuna fekk í gjár handaðan ein málning frá Varðanum í samband við at nýggja býráðshúsið er tikið í nýtslu, sigur kommunan á síni heimasíðu.

Sámal Toftanes hevur málað málningin, sum kommunan fekk sum gávu, tá nýggja býráðshúsið lat upp áðrenn jól.

Nú er málningurin liðugur, og hann varð handaður borgarstjóranum á býráðsskrivstovuni í gjár av Jákupi Jacobsen og Dávur Jacobsen frá Varðanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo