Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Onnur tíðindi

Hagstovan: Landafrøðiliga var stórur fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar sýslum.

Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 368 fólkum og í Eysturoyar sýslu við 293. Síðan koma Vágaøkið og Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin. Í Norðoyggjum er vøksturin væl minni enn í miðøkinum. Í Sandoyar og Suðuroyar sýslum stendur í stað.

Lutfalsliga var nógv størsti vøksturin í Eysturoy við 2,6%, síðani í Vágaøkinum við 2,2%, í Tórshavnarøkinum við 1,9% og í Streymoyarøkinum uttan høvuðsstaðin við 1,5% og minst av hesum í Norðoya sýslu við 0,9%. Í Suðuroy var vøksturin bert 6 fólk, svarandi til 0,1%. Í Sandoyar sýslu var ongin vøkstur.

Frammanundan hevur tað serliga verið Tórshavnarøkið, sum í mun til fólkatalið er farið við størsta partinum av fólkavøkstrinum. So er enn, men hesin parturin er minkaður nakað, meðan Eysturoyggin tekur ein alsamt veksandi part av fólkavøkstrinum.

Í Eysturoy búgva 11.639 fólk, ið er 23% av fólkatalinum í Føroyum. Men vøksturin á 293 fólk svarar til 34% av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

Til samanberingar búgva 19.835 fólk í Tórshavnarøkinum, ið er 38% av fólkatalinum í Føroyum, og vøksturin her var 368 fólk, svarandi til 43% av øllum fólkavøkstrinum.

Í Norðoyggjum búgva 6.162 fólk, ið er 12% av fólkatalinum, men vøksturin her á 54 fólk svarar bert til 6% av øllum fólkavøkstrinum.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo