Fríggjadagslátur verður sunnudagsgrátur
- føroyskt orðatak
Útlendis ítróttur

Chelsea fjeppararnir eru als ikki nøgdir við italska venjaran, Maurizio Sarri, sum kom frá Napoli í summar.

Tað hevur gingið sera striltið hjá Chelsea síðstu tíðina, og í kvøld tapti liðið 2-0 á heimavølli ímóti Manchester United í 5. umfari í FA Cup.

Hetta er fyrsti United sigur á Stamford Bridge síðan 2012.

Chelsea áskoðararnir vístu greidliga sína misnøgd við Sarri undir dystinum í kvøld og sungu ein sang fyri og annan eftir, sum hevði sum endamál at niðra Sarri.

"F... Sarri-ball" og "You dont know what your doing" vóru tveir av sungunum, sum vóru sungnir, og tá United áskoðararnir trivu í "Your getting sacked in the morning", tóku Chelsea áskoðararnir undir.

Hetta skriva fleiri enskir miðlar, harímillum Samuel Luckhurst frá Manchester Evening News og Daily Mail.

United áskoðararnir sungu eisini skemtandi, "Bring back Mourinho" - og tá meintu teir ikki við at fáa hann aftur til United, men til Chelsea.

Chelsea áskoðararnir vóru harumframt ónøgdir við, at Sarri skifti Ross Barkley inn fyri Matteo Kovacic í seinna hálvleiki.

Hetta er 20. ferð hetta kappingarárið, at hesir báðir býta um pláss, og eru Chelsea áskoðarar ónøgdir við evnini hjá Sarri at royna nakað øðrvísi - so sum at seta unga Callum Hudon-Odoi á vøllin í staðin.

Herrera og Pogba skoraði málini hjá United í kvøld. Bæði málini komu í fyrra hálvleiki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo