Ein vísur maður tosar, tí hann hevur okkurt at siga. Ein dári tosar, tí hann má siga okkurt
- Platon
Tekstlýsingar

Skeiðshaldari: Henning Mortensen, formaður fyri “Rådet for Digital Sikkerhed” og serfrøðingur innan GDPR og datatrygd. 

Skeiðið verður á Hotel Hafnia 30. november 2018, kl. 09.00 – 17.00

Prísur:  3.995,00 kr. + mvg

Føroyingar og nýggju ES-fyriskipanin um persónsdatavernd
Nýggja ES-fyriskipanin (GDPR) um persónsdatavernd, hevur verið í gildi í umleið ½ ár og longu hava fleiri fyritøkur fingið risa stórar bøtur fyri ikki at halda ásetingarnar í lógini. Í hesum sambandi skulu føroyingar eisini verða á varðhaldi, tí fyriskipanin er nevniliga eisini galdandi fyri føroyskar persónar, fyritøkur og stovnar í tann mun hesi samstarva við ella bjóða út vørur og tænastur i ES og í hesum sambandi viðgera av persónsupplýsingar.  

Dátueftirlitið heitir á øll, sum møguliga eru fevnd av fyriskipanini, um at seta seg væl inn í fyriskipanina og um neyðugt at leita sær ráðgeving frá serfrøðingum innan økið, áðrenn viðgerðin av hesum persónsupplýsingum heldur fram.

Økir sum verða gjøgnumgingin á skeiðinum

Nýggju ásetingarnar verða gjøgnumgingnar.

Hvat kann nýggja tøknin í dag og hvørjir eru vandarnir, sum standast av nýggju digitalu tíðunum.

Rættarligt grundarlag fyri viðgerð av persónsupplýsingum, skrásett rættindi og skyldir sum eru álagdar teimum, sum viðgera persónsupplýsingar.

Á skeiðinum fær tú amboð, at koma ígongd, sum eru ment av royndum fyritøkum.

Endamál  
Á skeiðinum fært tú amboð og hegni soleiðis, at tú eftir skeiðið hevur nakrar ítøkiligar loysnir at halda teg til. Endamálið er, at luttakararnir fara av skeiðinum við einum ítøkiligum grundarlagi, at implementera og arbeiðari víðari við GDPR. 

Málbólkur
Skeiðið vendir sær til leiðslur á fyritøkum og stovnum. Skeiðið vendir sær til starvsfólk, sum arbeiða við KT-trygd, GDPR-verkætlanum og persónsupplýsingum, starvsfólk innan fíggjarstýring og it-tøkni. Skeiðið er eisini gevandi fyri løgfrøðingar og advokatar. 

Eftirútbúgving
Skeiðið er góðtikið sum obligatorisk eftirútbúgving hjá advokatum og grannskoðarum.

Undirvísari
Henning Mortensen hevur hollar royndir innan ráðgeving og menning av amboðum viðvíkjandi data trygd og persónsvernd. I dag er Henning it-trygdarleiðari og Chief Privacy Officer hjá børs skrásettu fyritøkuni A&O Johansen A/S. Hann er formaður í “Rådet for Digital Sikkerhed” og limur í “Virksomhedsrådet for IT-sikkerhed”. Eisini er Henning partnari í føroysku/donsku fyritøkuni “Wired Relations – easy GDPR software” og undirvísir á ITU, Bech-Bruun, JUC og IT universitetinum. Harafturat er hann limur í “ráðnum fyri danska dátueftirlitið. Hann hevur fingið “Databeskyttelsesprisen 2018” fyri áralanga arbeiði sítt at umseta datatrygd til praktisk og brúkbar amboð til myndugleikar og fyritøkur.

Tekning til skeiðið hjá Kitty May á kittymay@altfyrieitt.fo ella á telefon 500500

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo