Seint hugsað er ikki altíð væl hugsað
- V. Poulsen
Vinna

DNB hevur hetta seinasta árið lagt merki til eina stóra øking í íløgusviki.

DNB Feed skrivar, at kriminell misbrúka tann manglandi kunnleikan hjá fólki til bitcoin eins væl og onnur kryptogjaldoyru, og hvussu hesir marknaðirnir eru skrúvaðir saman, og fáa tey til at halda, at tey gera íløgur í kryptugjaldoyru - gjarna ígjøgnum falskar heimasíður á netinum.

Sambært kanningarfólki hjá DNB eru tey kriminellu, sum standa fyri hesum slagnum av sviki, serstakliga professionell og brúka nógva tíð uppá at framleiða eftirfarandi søgur, sum verða undirbygdar við uppspunnari skjalfesting og heimasíðum, sum síggja út til at umboða góða vøru.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo