Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

- Eg gleði meg til at skula spæla á landsliðnum. Higartil hava vit hildið, at vit eru nokk so góðir, men nú fáa vit also at síggja, um vit eru góðir, sigur Heðin Skov, nýklæktur føroyskur eLandsliðsspælari, í samrøðu við FSF Varpið.

Leygardagin varð finaluumfarið í eFótbólti spælt í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Martin Heldarskarð vann yngra aldursbólkin, meðan Heðin Skov vann kappingina hjá teimum eldru.

Aftaná medalju- og teypahandanina fekk FSF Varpið orðið á Heðin Egholm Skov, ið saman við Virgari Trondesen skal manna fyrsta føroyska eFótbóltslandsliðið, sum komandi ár skal spæla EM-undankapping.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo