Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca

VP spyr

NAVN / NR.FO

Lesarin skrivar

Viðmerkingar til uppskot eykajáttan til at fyrireika heimtøkuna av peningastovnaskipanunum.

Felagið Peningastovnar loyvir sær við hesum at gera nakrar viðmerkingar til tann partin av uppskotinum um eykajáttanarløgtingslóg fyri mai 2017, ið snýr seg um at fíggja verkætlanarbólkin, sum skal fyrireika heimtøkuna av peningastovnsskipanunum.

Í uppskotinum sæst, at uppgávan hjá verkætlanarbólkinum er at finna útav, hvussu peningastovnsskipanirnar kunnu takast heim, og ikki um skipanirnar kunnu takast heim við fyrimuni, soleiðis sum samgonguskjalið annars ásetur. Hetta verður gjørt við støði í forkanningini av peningastovnsskipanunum, sum varð gjørd í 2016, og hvørs niðurstøða var, at tað ber til at flyta skipanirnar aftur til Føroya við fyrimuni. Felagið Peningastovnar hevur tó í fleiri førum víst landsstýrinum á, at arbeiðsbólkurin, sum varð settur at gera kanningina, á ongan hátt kann metast at vera óheftur, og at niðurstøðurnar í frágreiðingini bæði eru villleiðandi og veruleikafjarar. Hesum greiða peningastovnarnir frá í hoyringssvarinum til forkanningina, sum eisini er viðfest hesum skrivi.

Gongdin í málinum
Ætlanirnar um at kanna KT-kervið hjá peningastovnunum byrjaðu upprunaliga í 2015, tá ið Felagið Peningastovnar, Fíggjarmálaráðið og Vinnumálaráðið í felag boðaðu frá, at ein óheft kanning skuldi setast í verk til tess at lýsa kostnað, fyrimunir og vansar við eini møguligari heimtøku av KT-skipanunum hjá føroysku peningastovnunum. Landsstýrið og peningastovnarnir komu ásamt um ein arbeiðssetning, sum staðfesti, at ein ráðgevingarfyritøka skuldi gera kanningina undir skipan av einum føroyskum stýrisbólki. Fyri at tryggja ta neyðugu servitanina og óheftnið samdust partarnir um, at tað var neyðugt at leita sær útlendska ráðgeving at gera kanningina.

Áðrenn kanningin varð sett í verk, varð nýggj samgonga skipað, og stutt eftir varð Felagið Peningastovnar boðið á fund við landsstýrið. Á fundinum gjørdi landsstýrið greitt, at avtalan við peningastovnarnar um at seta eina kanning í verk sambært tí arbeiðssetningi, sum partarnir áður vóru komnir ásamt um, ikki var galdandi longur. Í staðin fór nýggja landsstýrið at seta sína egnu kanning í verk samsvarandi tí, sum er fest á blað í fylgiskjalinum til samgonguskjalið, har tað stendur skrivað, at: “saman við fakfólki skal gerast ein greið ætlan fyri, hvussu KT-tænasturnar og persónsupplýsingarnar, sum farnar eru av landinum, kunnu flytast heimaftur við fyrimuni.”

Seinni vórðu peningastovnarnir á tveimum fundum við landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, har kunnað varð um arbeiðsbólkin, sum settur var at gera kanningararbeiðið. Peningastovnarnir gjørdu beinanvegin landsstýrismannin varugan við, at óheftnið hjá tveimum av teimum fýra limunum í arbeiðsbólkinum ikki var í lagi, m.a. óheftnið hjá formanninum. Hesa viðmerking vildi landsstýrismaðurin tó ikki taka til eftirtektar. Tí kom tað ikki óvart á peningastovnarnar, at arbeiðsbólkurin í síni frágreiðing mælti til víðgongd átøk, m.a. at ”politiska skipanin tekur avgerð í málinum, og broytir lóggávuna soleiðis, at peningastovnarnir ikki nýtast at taka støðu í málinum, men ikki fáa annað í at velja, enn at flyta skipanirnar heimaftur”. Frágreiðingin hjá arbeiðsbólkinum er viðfest hesum skrivi saman við atfinningarsomu viðmerkingunum hjá peningastovnunum.

Í apríl 2017 sendi Uttanríkis- og vinnumálaráðið eina kunning til Felagið Peningastovnar, ið gjørdi greitt, at málið um KT-skipanirnar hevði verið fyri á landsstýrisfundi, og at undirtøka var fyri at fara víðari við málinum við støði í teimum niðurstøðum, sum kanningarbólkurin var komin fram til. Kunnað varð samstundis um, at ætlanin var at seta ein verkætlanarbólk, sum hevði til endamáls at gera eina nágreiniliga ætlan fyri heimtøkuna av peningastovnsskipanunum. Landsstýrismaðurin skuldi velja formannin, meðan Felagið Peningastovnar og KT-felagið vórðu biðin um at skjóta eitt umboð upp í part. Nakrar dagar seinni fóru peningastovnarnir á fund við løgmann og landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum. Við á fundin høvdu peningastovnarnir eina framløgu, sum eisini er viðfest hesum skrivi, har grundgivið varð fyri, hví peningastovnarnir ikki ynsktu at skjóta ein lim upp til ætlaða verkætlanarbólkin.

Í staðin skutu peningastovnarnir upp, at farið var aftur til upprunaligu avtaluna, sum peningastovnarnir gjørdu við fyrrverandi landsstýrið, fyri at tryggja eina óhefta og skikkaða meting av kostnaði, fyrimunum og vansum við at flyta peningastovnsskipanirnar aftur til Føroya. Um myndugleikarnir ikki kundu taka undir við hesum, vórðu peningastovnarnir sinnaðir - sum eina alternativa roynd at skapa fleiri KT-arbeiðspláss í Føroyum - at fremja eitt felags átak saman við landsstýrinum og KT-vinnuni, sum á annan hátt kundi verið við til at ment føroysku KT-vinnuna, og sum peningastovnarnir fíggjaðu ein part av.

Á hesum sama fundi helt løgmaður fyri, at talan mátti vera um eina misskiljing, um peningastovnarnir høvdu fingið ta fatan, at landsstýrið longu hevði tikið avgerð um at tvinga KT-kervið hjá peningastovnunum heim aftur til Føroya, og at fyrireikingararbeiðið nú fór í gongd. Løgmaður vísti m.a. á samgonguskjalið, ið sigur, at hetta skal gerast við fyrimuni. Men illgrunin hjá peningastovnunum tykist ikki vera heilt ógrundaður, tí í uppskotinum um eykajáttan, sum nú er lagt fyri løgtingið, fær ein framhaldandi ta fatan, at avgerðin um at tvinga peningastovnsskipanirnar aftur til Føroya er tikin, og at biðið verður um 1,2 mió. kr. til at fyrireika arbeiðið.

Fær álvarsligar fylgjur fyri peningastovnarnar og kundarnar
Hetta mál hevur stóran týdning, tí ætlanirnar hjá landsstýrinum um at tvinga KT-kervið heim aftur til Føroya setur sjálvt virkisgrundarlagið hjá føroysku peningastovnunum í váða. Hesum greiða peningastovnarnir gjølla frá í hoyringssvarinum til forkanningina. Harumframt hava peningastovnarnir fleiri ferðir víst á, at ein avgerð um at flyta peningastovnsskipanirnar heim til Føroya við valdi ger seg inn á tað vinnuliga frælsið hjá peningastovnunum til at velja, hvaðani teir ynskja at keypa sínar tænastur. Peningastovnarnir meta ikki, at hetta er ein avgerð, sum politiska skipanin eigur at taka.

Líknandi krøv verða heldur ikki sett øðrum vinnufyritøkum ella almennum stovnum. Tað verður ikki kravt av tryggingarfeløgum, at tey brúka føroyskar tryggingarskipanir, og einki krav er um, at telefyritøkur skulu brúka føroyskar teleskipanir. Heldur einki krav er um, at tað almenna og tað privata skulu brúka føroyskar fíggjarstovnar, ella at útlendskir fíggjarstovnar, sum virka í fríari kapping í Føroyum, einans kunnu brúka føroyskar peningastovnsskipanir. Tí eigur politiska skipanin at virða tað vinnuliga frælsið hjá peningastovnunum til at avgera, hvørjum teir keypa sínar KT-tænastur frá, eins og tað verður virt hjá øðrum vinnugreinum.

Føroysku peningastovnarnir hava ikki nakað serstakt ynski um at brúka útlendskar tænastuveitarar, hvørki tá ið tað ræður um KT-tænastur ella aðrar tænastur, sum eru tengdar at peningastovnsvirkseminum. Eins og aðrar vinnufyritøkur keypa peningastovnarnir tænastur við støði í einum vinnuligum grundarlagi, og í flestu førum kunnu føroyskir veitarar nøkta tørvin. Hvat peningastovnsskipanum viðvíkur verða peningastovnarnir tó noyddir at taka støði í tí veruleika, at sjálvt í Danmark eru veitararnir av peningastovnsskipanum undir sera stórum trýsti, av tí at tað er sera krevjandi og trupult at lúka lógarkrøvini, sum alsamt verða herd, samstundis sum teir skulu menna nýggjar skipanir og røkja eldri skipanir. Menningarútreiðslurnar til at fylgja lógar- og sektorkrøvum eru sera nógv øktar tey seinnu árini í sambandi við, at nýggir lóggávupakkar við túsundatals síðum eru settir í verk í kjalarvørrinum á fíggjarkreppuni. Fyri SDC, hvørs peningastovnsskipanir føroysku peningastovnarnir brúka í dag, hava herdu krøvini við sær, at roknað verður við, at tær árligu útreiðslurnar til at eftirlíka lógar- og sektorkrøvum verða einar 120 mió. kr. hægri í 2017, enn tær vóru í 2008. Ein stórur partur av hesum kostnaðinum er ikki lutfalsjavnur við stødd ella tal á peningastovnum, og tí er tað ein stórur fyrimunur at kunna býta kostnaðin millum 120 danskar, norskar og svenskar peningastovnar, heldur enn at býta hann millum fýra peningastovnar í Føroyum. Í dag rinda føroysku peningastovnarnir fyri uml. 4-5 % av hesum menningarkostnaðinum hjá SDC. Við eini føroyskari loysn skal rindast 100%. Hesin menningarkostnaður er vaksandi, tí fleiri stór fíggjarlógarverk eru ávegis, og kappingin frá útlendskum gjalds-, fíggjar- og ráðgevingartænastum herðist alsamt. Tí fer tað at fáa sera álvarsligar fylgjur fyri føroysku peningastovnarnar og føroysku peningastovnskundarnar, um ein roynd skal gerast at flyta skipanirnar aftur til Føroya. Fleiri enn 400 ársverk í føroysku peningastovnunum verða sett í váða í eini roynd at skapa fleiri KT-arbeiðspláss í Føroyum.

Hetta teldubræv við viðfestum skjølum er sent øllum løgtingslimum, og føroysku peningastovnarnir vóna, at grundgevingarnar verða tiknar til eftirtektar í viðgerðini av málinum um peningastovnsskipanirnar, soleiðis at týdningarmiklar avgerðir ikki verða tiknar á einum skeivum grundarlagi.

Vegna Felagið Peningastovnar,
Árni Ellefsen, formaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann