Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Lesarin skrivar

Illustrerandi mynd

Sera hugaligt at frætta, at landsstýriskvinnan við skúlamálum arbeiðir við ætlanum um at lækka árliga skúladagatalið og tímatalið á tímatalvuni í fólkaskúlanum!

Millum seinastu orð undirritaða sum lærari í fólkaskúlanum í meir enn 40 ár vóru júst hasi orðini: ”Færri árligir skúladagar og færri tímar á tímatalvuni”.

Tískil fegnist eg og ynski landsstýriskvinnuni og teimum, sum arbeiða við hesum ætlanum, blíðan byr við broytingunum. Slíkar broytingar verða næmingunum, skúlanum og samfelagnum at gagni. 

SKÚLADAGATALIÐ: Verið nú ikki ov varin, tá tit fara at lækka skúladagatalið! 5 dagar eru í minna lagi. Betri er helst at lækka dagatalið við 8 døgum, soleiðis at vit fara at hava sama dagatal sum Noreg, Svøríki og Finnland (190 skúladagar um árið).

Seinni fara vit kanska at hyggja at skúladagatalinum í Íslandi (180 dagar).

Verið ikki bangin fyri at lata lærararnar fáa nakrar frídagar eisini!

Teirra starv er rættiliga krevjandi.

TÍMATALVAN: Vikutímatalið er alt ov høgt! Tað líkist t.d. ongum, at 1. flokkur skal hava 5 tímar um dagin á tímatalvuni; heldur ikki, at 8. flokkur skal hava 8 skúlatímar dagliga.

Gott at hoyra skúlastjóra í Útvarpinum, har hann tosaði um ov nógvar tímar á tímatalvuni. Vit kunnu ikki kroysta fleiri tímar inn í eina tímatalvu, sum longu hevur ov nógvar tímar. Her hugsi eg m.a. um samfelagsfrøði í 8. flokki. Okkurt má umskipast á tímatalvuni. 

Sjálvur kundi eg hugsað mær ein sangtíma, kanska í teimum flestu flokkunum. Eg hugsi um ein sangtíma, har flokkurin syngur saman, møguliga í skúlastovuni.

Helst fer danskt við ov nógvum tímum, har vit í summum førum læra um tað sama sum í føroyskum. Danskt skal tó framvegis vera á tímatalvuni. 

FLOKKASTØDD: Latið ikki flokkarnar vera ov stórar! Burtur við flokkum, sum hava 40-50 næmingar!

Við nýhugsandi skúlakvøðu
Eyðun á Borgjúst
fráfarin lærari 

E.S.: Stórur partur av okkara 9. flokki á Argjahamri í 2018 er farin í NÁM X, sjálvt um nógv av teimum saktans kundu farið í Glasisskúlan. Helst eru tey skúlatroytt av øllum krøvunum, skúlin setur í dag. NÁM X er annars eitt frálíkt tilboð. Vónandi fara nógvir næmingar í NÁM X. Tað er ikki neyðugt hjá 16 ára gomlum at skunda sær so nógv.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo