Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Skúli

Skúlablaðið: Tá ið freistin at søkja lærarastarv í Skúlanum á Fløtum var úti fyri eini viku síðan, vóru 42 umsóknir komnar, harav 38 skikkaðar. Hetta er heldur færri samanborið við í fjør. Orsøkin til tað er, at nú verða fleiri lærarar settir í fast starv, og tí eru færri leyst størv at seta.

- Vit síggja í ár, at tey, ið vanliga søkja starv í nógvum skúlum, ikki søkja í ár. Starvsfólkanormeringin í okkara skúla er farin upp við 8 føstum størvum síðstu tvey árini, men starvsfólkatalið er tað sama. Gongin er tann, at tað eru munandi fleiri føst størv samanborið við tíðaravmarkað.

- Í ár eru 4 tíðaravmarkað størv at søkja, samanborið við 11-12 fyri tveimum árum síðan. Leysu størvini eru fyri tað mesta niðurskurður; tað vil siga fyri lærarar, sum av ymsum orsøkum arbeiða niðursetta tíð; tað kann vera lærarar eldri enn 60 ár, sum arbeiða niðursetta tíð, lærarar undir eftirútbúgving, lærarar sum arbeiða færri tímar av heilsuávum og so framvegis, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri, við Skúlablaðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo