Eg skyldi ikki kvinnurørsluni nakað!
- Margareth Thatcher
Lesarin skrivar

Palli á Dul á Facebook: Tað var skjótt borið at, tá í lítla flogfarið við kendum fótbóltsspælara og einum flogskipara hvarv, ávegis frá Fraklandi til Onglands.

Flogfarið bleiv funnið á umleið 60 til 70 metra dýpi, og á filmsupptøku sást at ein mannakroppur var inni í flogfarinum, dagin eftir bleiv líkið bjargað.

Eg haldi og meini, at tað er stór skomm, at vit her í Føroyum ikki eiga slík tól, sum vóru nýtt í hesi bjarging, vit eru ein tjóð við nógvum sjómonnum, og ólukkur henda av og á her hjá okkum.

Eg var sjálvur við í einum óhappi í Skopunarfirði, vit vóru tveir, og annar kom ikki heim aftur við.

Um vit áttu slík tól, so hevði vinmaður mín kanska átt eitt pláss í kirkjugarðinum ístaðin fyri eina váta grøv.

Mín áheitan á myndugleikarnar er, fái hesi tól til vegar nú!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo