Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Tekstlýsingar

Søkt verður eftir einum starvsfólki til skrivstovuna hjá Etiska ráðnum. Talan er um hálvdagsstarv.

Starvið fevnir í høvuðsheitum um:
Etiska ráðið skal fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, ið knýta seg til heilsufakligt virksemi á heilsuøkinum, almannaøkinum og kommunala økinum. Tín uppgáva í hesum sambandi verður at savna inn tilfar og greina tilfarið fyri ráðið.

Etiska ráðið skal skipa fyri ráðstevnum, evnisdøgum og kjakfundum fyri at varpa ljós á aktuellar etiskar spurningar. Tín uppgáva verður at skipa fyri teimum kunningarátøkum og tiltøkum, sum Etiska ráðið ynskir at seta á skrá.

Ráðið skal lata úr hondum minst eina frágreiðing um árið. Tín uppgáva verður at skriva frágreiðingarnar í samstarvi við Etiska ráðið.

Útbúgvingarkrøv:
Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni.

Vit vænta at:
Tú hevur viðkomandi arbeiðsroyndir

Hevur góðan kunnleika til samfelagsviðurskifti
Tú hevur góð samstarvsevnir og ert arbeiðssom/samur

Tú hevur góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og ert væl skipað/ur
Tú hevur góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli

Góðan kunnleika innan kunningartøkni og miðlan
Góðan kunnleika innan skrivstovu- og bókhald

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til heilsufakligt virksemi á heilsuøkinum, almannaøkinum ella kommunala økinum.

Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum. Tann, ið settur verður vísir í starvinum til formannin í Etiska ráðnum. Starvsbyrjan er 1. februar 2020.

Umsóknir:
Umsóknir, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera Etiska ráðnum í hendi í seinasta lagi týsdagin 10. desember kl. 12.00.

Umsóknir skulu sendast sum bræv ella teldubræv til:

Etiska ráðið, J.C. Svabosgøta 43, FO-100 Tórshavn ella er@er.fo

Sí eisini: www.etiskaradid.fo

Fyrispurningar um starvið kunnu setast til Hildur við Høgadalsá, forkvinnu á tel 26 22 12 ella hildur@er.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo