Ongin gevur seg fátækan
- føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

Ein ávaring um at eitt missil var á veg móti Hawaii var send út feil og skapti panikk.

Umleið klokkan átta í morgun fingu íbúgvarnir á Hawaii boðini á sína mobiltelefon um at eitt ballistiskt missil hevði beina kós móti oyggjabólkinum.

Í boðunum stóð millum annað, at tey skuldu leita sær skjól beinanvegin, og at talan var ikki um eina venjing.

Ikki fyrr enn einar 15 minuttir seinni, vóru nýggj boð send út av myndugleikunum um, at hendur var ein feilur.

- Eingin missilhóttan móti Hawaii, skrivaði tilbúgvingarmyndugleikin á Twitter.

Sambært fleiri amerikanskum miðlum, millum annað Washington Post, var tað nasjonala ávaringarskipanin hjá USA sum sendi út tey fyrstu boðini. Skipanin er gjørd fyri at ávara amerikanskar íbúgvar beinanvegin, tá ið talan er um eina hóttan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo