Um eingin Gud var, so vóru heldur eingir gudsnoktarar
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

Altjóða ratingstovnurin Moody's, sum á hvørjum ári ger metingar av búskaparligu støðu Føroya, hevur enn eina ferð sligið fast, at Ríkisfelagsskapurin og samlaða kredittvirðið hjá ríkinum gevur Føroya landi betri rentu.

Tað vil siga, at støða Føroya í Ríkisfelagsskapinum ber í sær, at tú og eg, fyritøkur og landskassin fáa lægri rentu, tá ið lán skulu takast.

Tað stendur svart upp á hvítt í metingunum hjá Moody's og í lánstreytunum til almenna tunnilsfelagið, ið stendur fyri byggingini av Eysturoyar- og Sandoyartunlinum.

Moody's sigur beinleiðis, at eitt veikari samband millum Føroya og Danmark vil ávirka ratingina negativt.

Harvið hevði rentustøðið hækkað, og tað hevði blivið dýrari hjá privatfólki, fyritøkum og landskassanum at tikið lán.

Ein familja við 2 mió. í láni, skuldi goldið kr. 3.400 meir rentu um mánaðin, um rentan hækkaði 2%.

Hetta prógvar tað, sum vit í Sambandsflokkinum støðugt greiða frá - nevniliga, at Føroyar gerast eitt munandi dýrari land at liva í, um fullveldiskreftirnar fáa sín politiska vilja. Nevnast skal, at Føroyar frammanundan eru millum dýrastu lond í heiminum.

Vel eitt sterkt umboð á Fólkating.

Bárður á Steig Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo