Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Suðuroyar Sambandsfelag heldur, at tað er nógv, sum talar fyri, at tunnilin til Fámjins verður boraður nú og ikki um 2-3 ár ella ongantíð.

Farleiðin millum Øravík og Fámjin er so mikið trupul um veturin, at tað nógvar dagar ikki er koyrandi ella hættisligt at koyra. Slíkar flutningsumstøður saman við fólkaminking í bygdini, leggur bara stein oman á byrðuna.

Politiski myndugleikin má síggja henda veruleika í eyguni og raðfesta hareftir - bora Fámjinstunnilin nú.

Landsstýrismaðurin í Samferðslumálum Henrik Old hevur í longri tíð fyrireikað júst hesa verkætlanina og mannað eitt tunnilstoymið, sum er klárt at fara til verka.

Landsstýrsmaðurin hevur roynt sítt, men løgmaður hevur tíverri valt at niðurraðfesta Suðuroynna og hesa verkætlanina.

Suðuroyar Sambandsfelag fer tí at heita á okkara fólk í Løgtinginum um at bakka ætlanirnar hjá landsstýrismanninum í Samferðslumálum upp og taka saman hendur tvørturum politisk mørk og fáa málið avgreitt.

Spell, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldið ikki kunnu semjast, hóast lyftini uppundir val til hendan tunnil ganga heilt aftur til 1960'ini.

Vónandi verður tað breið politisk undirtøka fyri lógaruppskotinum um gerð av Fámjinstunlinum, sum nú kemur í Løgtingið.

Suðuroyar Sambandsfelag
Svenning Borg, formaður  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo