Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling
Krutl

Esther í 90unum tá hon var merkt KG.

Tað er miðilin Grimsbytelegraph sum hevur spurt seg fyri hjá myndugleikunum hvussu tað gongur at fáa tikið eina avgerð um, hvat skal henda við Esther, sum hevur ligið sokkin í Grimsby í skjótt sjey ár.

Søgan er í stuttum tann, at Esther er bygd í Grimsby í 1888, men varð skjótt seld, fyrst til Íslands og síðani til Føroya, her hon var tað mesta av ævi síni, í Klaksvík og bygdunum har á leið. Hon var tiltikin góð at vera við og fiskaði nógv, skrivar miðilin erflyn.com, sum hevur nógvar upplýsingar um skipið. Hon sigldi fisk til Onglands undir krígnum og varð eisini álopin av týskum flogfari, men slapp uttan at nakar fekk mein og uttan at skipið fekk stórvegis skaða.

Tá hon gjørdist ótíðarhóskandi lótu føroyingar í 1992 skipið aftur til Grimsby, og tankin var, at tað skuldi vera partur av einum savni um maritima arvin hjá býnum. Pengar vóru játtaðir í fyrstuni, men av ymsum orsøkum var ikki nóg nógv gjørt fyri at varðveita skipið áðrenn tað sakk í Grimsby, og har hevur tað nú ligið í fleiri ár.

Grimsbytelegraph hevur fingið at vita frá avvarandi myndugleikum, at kanningar gjørdar í 2017, ímeðan skipið lá sokkið, saman við ráðførslu frá serfrøðingum, nú fara at verða brúktar til at gera eina ætlan um at varðveita skipið.

Esther skuldi vera partur av sjósavni í Grimsby og arbeiðið at seta hana í stand byrjaði men bleiv ikki liðugt áðrenn hon sakk.

Esther sakk í juli 2012 og hevur ligið síðani.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo