Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Mánadagin fara umboð fyri Eysturkommunu og onnur yvir til Noregs at hyggja eftir fótbóltshøllunum á Froya og høllini hjá Rosenborg. Talan verður um eini 8 fólk sum fara yvir til Noregs.

Ætlanin er nú at inniloka vøllin í Leirvík.

Við VP segði borgarstjórin, Jóhan Christiansen, fyrst í februar í ár, at kommunan hevur í ár sett av 200.000 krónur til høllina.

Mett verður at ein slík høll kostar einar 40 milliónir og uppeftir, og tað metir borgarstjórin er nakað sum kommunan fíggjar, tí Fótbóltssambandið hevur ikki møguleika til tað fyrr enn í 2020.

Men tað er helst ikki bara Eysturkommuna sum umhugsar at innloka fótbóltsvøll, tí síðani VP skrivaði um at Hattricknevndin hevði verið í Noregi og hugt eftir eini høll har, hevur Hattricknevndin hjá Fótbóltssambandinum fingið fleiri fyrispurningar, skrivarði VP tá.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo