Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Vinna

Ein av fyrstu døgunum ella kanska longu í morgin fáa vit at vita, um reiðarar fara at stevna Fiskimálaráðnum ella ikki.

Í fjør kom fram, at reiðarar umhugsaðu at stevna Fiskimálaráðnum, tí teir mettu at við at bjóða rættindini at fiska á uppboðssølu so vóru lógarfestu rættindini tikin frá teimum.

Tá var eisini ført fram, at bíða fór at vera við endaligu støðutakanini at stevna, tá ið endaliga uppskotið var samtykt, og tað er tað nú.

Við Kringvarpið segði fiskiráðharrin tá, at hann var klárur at fara undir eitt rættarmál og bað reiðarar bara koma an.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo