Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Seinastu árini og mánaðirnar hevur nógv verið skrivað og sagt um íbúðartørvin í Føroyum. Einki er at ivast í, at lands- og býarstjórnir okkara hava verið ov seinar á sjóvarfallinum á hesum øki.

Gleðiligt er at staðfesta, at fólkatalið í Føroyum veksur. Útisetar flyta heimaftur á klettarnar í stórum tali. Føðilandið Føroyar dregur sítt egna fólk heimaftur til landið, ið fostraði tey upp. Drátturin til heimlandið telur meiri enn stórlæti og glæstriborgir í útlondum.

Eg hoyrdi eina føroyska mammu greiða frá í útvarpinum, at maðurin og hon fluttu heimaftur til Føroya, tí tey ynsktu at børn teirra skuldu vaksa upp í tryggleikanum, sum var í nærumhvørvinum heima saman við ommum, abbum og næstrafólki, ein tryggleika, sum tey ikki funnu har, tey vóru.

Ísrael fyrimynd á bústaðarøkinum
Í hesum, eru føroyingar ikki øðrvísi enn jødarnir, sum í milliónatali eru leitaðir heimaftur til fedralandi av somu orsøkum sum flestu landsmenn okkara: At liva í trygd og friði sjálvi og saman við børnum sínum.

Í ár eru liðin sjeyti ár síðani ísraelska tjóðin aftur varð gróðursett í heimlandi sínum, Ísrael.

Hetta hendi 14. mai 1948. Tá vóru 600.000 jødar í landinum. Í dag eru fleiri enn  7 milliónir jødar búsettir í landinum umframt aðrir fólkabólkar, drusar og arabar, ið telja hálva aðru millión.

Øll henda mikla heimkoma av so nógvum jødum hevur lagt stórt trýst á ísraelsku myndugleikarnar.  Nýggir bústaðir og býlingar verða alla tíðina bygdir. Ongar flóttarlegur eru í Ísrael. Teir hava, í flestu førum, megnað at vera frammanvert bústaðartørvin og givið øllum sínum nýggju borgarum tak yvir høvdið.

Tí skal mín áheitan á føroysku býar- og landsmyndugleikar verða:

Farið til Ísrael!

Kannið hvussu teir hava bast og í dag basa ovurhonds tørvi teirra at útvega íbúðir til fólk sítt, sum flyta heimaftur til landið hvønn tann einasta dag - og fáið tørvandi íblástur.

Svenning av Lofti

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo