Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Krutl

Faroe Islands Translate tænastan hjá Atlantic Airways og Visit Faroe Islands hevur verið so mikið væl umtókt, at tørvur er á fleiri umsetarum.

Filmarnir á síðuni eru spældir fleiri enn 500.000 ferðir, og higartil eru umleið 12.000 filmar framleiddir til fólk úr 142 ymiskum londum síðani átakið byrjaði fyri fimm døgum síðani. Fólk úr øllum heiminum halda fram við at biðja um týðingar, og tí er brúk fyri fleiri umsetarum.

Atlantic Airways og Visit Faroe Islands biðja tí føroyingar um hjálp.

Tað er sera lætt og ómakaleyst. Tað krevur einans, at tú eigur eina snildfon, ert í øllum førum 13 ára gamal/gomul, og at tú játtar at taka tríggjar vaktir á fýra tímar hvør. Sum samsýning fært tú eitt gávukort frá Atlantic Airways á 2.000,-.

Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, fegnast um stóru undirtøkuna fyri átakið.

- Hetta er ein gyltur møguleiki at vera við til at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál og vónandi at fáa føroyska málið á Google Translate. Vónandi taka føroyingar væl ímóti hesum, sigur hon.

Melda til við at senda teldupost til info@visitfaroeislands.com. Freistin at melda til er mikumorgunin, 11. oktober kl. 8.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo