Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Vinna

Nevnd og leiðsla í Faroe Petroleum og norska oljufelagið DNO hava í seinastuni verið í orðadrátti sum fyribils er endaður við, at Faroe Petroleum nú verður virðismett av einum uttanveltaðum meklara.

DNO hevur givið øllum partaeigarum í Faroe Petroleum eitt tilboð um at keypa partabrøvini fyri ein kurs, sum nevndin í Faroe Petroleum metir alt ov lágan. Tað fekk DNO at bjóða nevndini av og spyrja, hví hon ikki bað um eina uttanveltaða meting. Tað hevur nevndin nú gjørt.

Tað verður fyritøkan Gaffney, Cline and Associates í Aberdeen sum skal gera metingina, og hon verður liðug tíðliga í nýggja árinum, skrivar Energy Voice.

DNO eigur longu ein lítlan triðing av partabrøvunum í Faroe Petroleum, og klárar DNO at tryggja sær meirilutan, so er frítt spæl at krevja broytingar, harundir eisini hvussu felagið verður rikið. Tilboðið hjá DNO stendur við til 2. januar, og hevur felagið ikki tá fingið nóg stóran part av partabrøvunum kann tað velja at leingja tilboðið ella taka tað aftur. Verður tilboðið tikið aftur skulu minst 12 mánaðir ganga áðrenn tað kann setast fram aftur, siga reglurnar.

Tilboðið frá DNO sum kom í november var uppá 1,52£ fyri partabrævið. Tað var umleið 21% meira enn táverandi kursurin. Partabrævið varð seinast handlað fyri 1,46£ á AIM, alternativa íløgumarknaðinum í London. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo