Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Vinna

Faroe Petroleum eitur nú DNO North Sea. Tað hevur felagið boðað frá í eini børsfráboðan.

Í januar góðtók ein meiriluti av partaeigarunum eitt sokallað fíggindaligt tilboð frá DNO, sum tí kundi yvirtaka meirilutan av partapeninginum, uttanum nevnd og leiðslu sum ikki ynsktu at selja.

Faroe Petroleum ella Føroya Kolvetni sum tað eisini æt var við í fyrstu oljuleitingini við Føroyar afturi í 2000, men hevur seinastu árini verið mest virkið í enskum og norskum øki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo