At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Vinna

Oljufeløgini Equinor og Faroe Petroleum hava gjørt fleiri býtishandlar í Norðsjónum og Norskahavinum. Talan er um at býta ymisk øki uttan at nakrir pengar liggja ímillum.

Í stuttum fær Equinor fleiri økir í Njord økinum har framleiðslan er nógv minkað, men har hildið verður at stórar nøgdir av oljulíki enn eru at finna. Afturfyri fær Faroe Petroleum fleiri felt í norskum øki sum í dag framleiða olju.

Greinarar halda, at umbýtið hjá Equinor og Faroe Petroleum fer at gera lívið truplari hjá einum triðja oljufelag, nevniliga DNO, sum í seinastuni hevur roynt at fremja eina sonevnda fíggindaliga yvirtøku av Faroe Petroleum. DNO eigur ein lítlan triðing av Faroe Petroleum, men hevur givið øllum partaeigarum eitt boð uppá 152 pence fyri teirra partabrøv. Hetta er gjørt uttanum nevnd og leiðslu í Faroe Petroleum, og er ein máti at fáa fatur á meirilutanum á partabrøvunum og harvið fult ræði á felagnum.

Nevndin í Faroe Petroleum ráddi staðiliga partaeigarunum frá at taka av tilboðnum, tí tað var alt ov lítið í mun til virðini í felagnum, segði nevndin.

Greinarar sum hava gjørt viðmerkingar til umbýtishandilin hjá Equinor og Faroe Petroleum siga, at teir halda virðið á partabrævinum eftir handilin eigur at liggja upp ímóti 180 pence. Partabrævið verður í morgun handlað fyri áleið 157.

Umbýtishandilin hjá Equinor og Faroe Petroleum er treytaður av myndugleikagóðkenning, og fær annars gildið á nýggjárinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo