Mangt togið slitnar av tí, at tað er ov stutt
- úr Børkuvísum
Vinna

Tólvtúsund krónur í yvirskoti ljóðar ikki av nógvum, tá sølan var smáar fimm milliónir krónur. Men sæð í mun til árið fyri, tá endin var hall uppá nærum 1,5 mió kr, er tað slett ikki so galið. Topplinjan hevur fingið vind í seglini, og alt er at síggja til sum tað skal - botnlinjan kemur darlandi aftaná.

FarPay hevur sæð ein tørv á at miðla gjalding á ein hátt, so tað, í hesum teldutíðum, bæði skal vera lættari hjá tí sum sendir út eina rokning, og hjá tí íð skal gjalda rokningina. Tað hevur hepnast at fáa íleggjarar, bæði í Føroyum og uttanlands, og tað er har, uttanlands, at fyritøkan ætlar at vaksa, tí, sum sagt verður í ársfrágreiðingini, tað er avmarkað hvussu nógv til ber at vaksa afturat í Føroyum. 

- Leiðslan væntar stóran vøkstur á danska marknaðinum, hóast kappingin har er hørð og framhaldandi herðist.

Sølan er vaksin væl øll tey fýra árini, sum felagið hevur verið til. Úr 93 tkr fyrsta roknskaparár og í dag, fýra ár seinni, til smáar 5 mió kr. Bruttovinningurin fylgir væl við og hóast útreiðslurnar til starvsfólk vóru nærum 2 mió kr síðsta roknskaparár, nærum tvífalt so nógv sum árið undan, so reið um snarið.

Eginognin er nú nett ein mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo