Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Útlendis ítróttur

Var lukkan eitt sindur meira við FC Midtjylland, so kundi danska liðið vunnið ein 5-1 sigur, men endaliga úrslitið gjørdist 2-1 til danir.

Málverjin hjá Manchester United, Sergio Romero, hevði onkrar avgerandi bjargingar, og var eisini frægasti maður á vøllinum.

Hetta gjørdist so avgjørt størsti sigur hjá danska liðnum nakrantíð.

Pione Sisto og Paul Onuachu skoraðu fyri jydarnar, meðan Memphis Depay antin grulvandi ella húkandi setti bóltin í netið fyri Manchester United.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo