Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Útlendis ítróttur

FC Keypmannahavn vann í kvøld 2-0 á heimavølli ímóti Sheriff Tiraspol frá Moldova og leikti seg á henda hátt víðari til 1/16 finalurnar í Europa League - sum 2ari í bólki F.

FCK fekk 9 stig á 2. plássinum í bólkinum, meðan Sheriff Tiraspol eisini fekk 9 stig á 3. plássinum í bólkinum.

Men FCK var bæði betur innanhýsis og hevði ein betur málmun enn moldoviska liðið, og vóru tað tí teir, sum komu víðari úr bólkaspælinum.

Nr. 1 í bólkinum gjørdist Lokomotiv Moskva við 11 stigum, meðan FC Zlín endaði aftast við 2 stigum.

Málskjúttar hjá FCK í dystinum í kvøld vóru Pieros Sotiriou (56) og Michael Lueftner (59).

Hesi liðini komu víðari til 1/16 finalurnar frá Europa League bólkaspælinum: Villareal, FC Astana, Dynamo Kiev, Partizan Beograd, Braga, Ludogorets Razgrad, AC Milan, AEK Athen, Atalanta, Lyon, Lokomotiv Moskva, FCK, Viktoria Plzen, FCSB, Arsenal, Reyða Stjørna, FC Salzburg, Marseille, Athletic Bilbao, Østersunds FK, Lazio, Nice, Zenit St Petersburg og Real Sociedad

Hesi liðini komu víðari til 1/16 finalurnar frá Champions League bólkaspælinum (sum 3arar): CSKA Moskva, Celtic, Atletico Madrid, Sporting, Spartak Moskva, Napoli, RB Leipzig og Borussia Dortmund

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo