Tað gagnar lítið at kenna prísin á øllum, um ein ikki kennir virðið á nøkrum
- Albert Einstein
Útlendis ítróttur

Eftir ætlan skuldi Lyon framherjin Nabil Fekir kunngerast sum nýggjur Liverpool leikari, áðrenn hann fór við franska hópinum til HM-endaspælið, sum byrjar í komandi viku.

Men nú skriva altjóða miðlar, harímillum The Guardian, at handilin ímillum Liverpool og Lyon verður av ongum.

Hesi nýggjastu tíðindini koma ógvuliga óvart á Liverpool, sum longu hevur styrkt seg til komandi kappingarár við Fabinho frá AS Monaco.

24 ára gamli Fekir skuldi eftir ætlan fylla tómrúmið eftir Philippe Coutinho, sum skifti til FC Barcelona í januar eftir at hava verið í Liverpool í hálvtfimta ár.

Mett varð, at Fekir kom at kosta Liverpool 53 milliónir pund.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo