Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Útlendis ítróttur

Langt ljóst hár, blá eygu, úr Íslandi og so á íslendska landsliðnum - tað er nakað sum dámar teimum brasilsku damunum eftir at Ísland kláraði javnleik móti Argentina.

DR.DK skrivar at undan HM í Russlandi hevði tann 30 ára gamli íslendski landsliðsleikarin 30.000 fylgjarar á sínum Instagram-profii eftir at hava verið á Instagram í yvir seks og eitt hálvt ár.

Beint eftir dystin móti Argentina fekk hann 250.000 nýggjar fylgjarar og síðani er talið bara vaksið til í dag 500.000 fylgjarar.

Og sambært DR.DK so kom rættilig ferð á, tá ið brasilski sjónleikarin Gabriela Lopes við sínum tveimum milliónum fylgjarum, skrivaði: "“how is it possible to be this cute?”

Næsti dysturin hjá Íslandi verður fríggjadagin móti Nigeria.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo