Tann av tykkum, sum er uttan synd, hann kasti fyrsta steinin...
- Jesus úr Nasareth
Lesarin skrivar

Krevur at Ísrael steðgar búseting á sonevnda ”vestara áarbakka”. Ísrael noktar at gera hetta. 

Týskland og alt Evropa liggja bløðandi og særd eftir yvirgangsálopið í Berlin. Hetta álop, eins og álopini í París í fjør, eru framd av fólki, ið hevur svorið trúskap til muslimska yvirgangsbólkin, Isis. Isis er fíggindi Ísraels, jødanna og hjá øllum kristnum. Meðan kristni heimurin gjørdi seinastu jólafyrireikingarnar, hevur Trygdarráð Sameindu Tjóða kortin tikið sær stundir at umrøða og samtykkja at geva Ísrael eina gávu til jóla. Jólagávan til Ísrael frá hesi heimsins fremstu friðarsamkomu var samtyktin, at Ísrael skal steðga allari búseting í eystara býarpartinum av Jerusalem og aðrastaðni í Judea.

Obama og Amerika sviku Ísrael
At Obama forseti í Amerika sveik Ísrael, einasta demokratiska landið í Miðeysti, er nakað, sum nítur í mønu og merg hjá Ísrael, tí júst Amerika hevur áður nýtt sín sýtingarrætt (veto) og forða slíkum avgerðum móti Ísrael.

Tilætlað roynd at fjala sorgarleikin í Sýra?
Sameindu Tjóðir og Trygdarráðið hava ikki megnað at rætt hond frá síðu at forða fyri, at út móti hálvari millión fólk eru dripin í borgarastríðnum í Sýria seinastu 6 árini. Í hesum borgarastríði drepa muslimar síni egnu í eini valdsuppgerð millum muslimskar bólkar. Teirra millum er Isis.

Tí kennist nevnda viðtøka í Trygdarráðnum sum ein tilætlað roynd hjá hesum londum at fjala tær ræðuligu yvirgangsgerðir, ið muslimskir bólkar fremja í Miðeystri, í Evropa og kring heimin.

Við hesi samtykt hevur ST-felagskapurin lagt stein oman á byrði hjá Ísrael, sum hevur verið tað landið, sum hevur liðið mest av muslimskum yvirgangsbólkum. Evropa og allur heimurin kennir nú  sviðan av hesum óbótagerðum.

Fundarsamtyktin í Trygdarráði Sameindu Tjóða krevur, at Ísrael steðgar nýbygging á øllum teim økjum, sum Ísrael tók í seksdagakrígnum 1967. Felagsskapur Sameindu Tjóða tvíheldur um, at jødiska byggingin har, er ólóglig, tí hetta er hertikið land. Men hvør hevur hertikið hvat?

Fari at endurtaka ein veruleika, ið eg áður havi ført fram, at sami sonevndi ”vestari áarbakki” var brektskt øki frá 1918-1948. Frammanundan hevði Turkaland ræði á hesum sama økið frá 1519-1917. Í krígnum millum jødar og arabar í 1948 varð Jerusalem og partar av Judea hertikið av kongaríkinum Jordan. Jordan hevði hetta økið hersett fram til seksdagakríggið í 1967. Hetta økið, sum Jordan tá hertók, fevndi m.a. um jødiska Grátimúrin og gamla jødiska býarpartin av Jerusalem.  Mær vitandi var eingin samtykt í felagsskapi Sameindu Tjóða hesi 19 árini, ið kravdi at Jordan skuldi geva aftur eystara partin av Jerusalem, sum Jordan hevði hertikið.

Samtyktin í Trygdarráði Sameindu Tjóða at lata arabarum aftur eystara partin av Jerusalem er púra órímilig. Jerusalem, við øllum teimum heilagu støðunum, er óloysiliga knýtt at jødisku søguni. At lata henda býin frá sær stríðir móti øllum søguligum veruleikum. Samtyktin í Sameindu Tjóðum er ein níðingsgerð móti jødunum í Ísrael. At arabisku og muslimsku londini framdu hetta, var ikki óvæntað, men at Obama forseti í Amerika ikki forðaði hesi samtykt, sum hann kundi gjørt, er prógv fyri, at Obama ikki er vinur Ísraels. 

Benjamin Nethanyahu boðaði beinanvegin frá, at Ísrael fer ikki at gera eftir samtykt Sameindu Tjóða. 

Svenning av Lofti

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo