Arvi skal ongin ótolnast eftir
- úr Børkuvísum
Vinna

Smápartafelagið FTPP sum í eina tíð gjørdi royndir við einum sjóvarfallsorkuverki í Vestmannasundi er sent skiftirættinum til tvingsilsavtøku.

Seinasti ársroknskapur, sum er fyri 2014/15, vísti eitt hall uppá 16,7 mió kr eftir avskrivingar uppá 16,6 mió kr.

Avskrivingin var bókaða virðið á sjóvarfallsorkuverkinum, ein mylla sum er í sjónum, sum felagið hevði latið byggja til endamálið.

Sjóvarfallsorkuverkið hevur í fleiri umførum verið úti í streymasjógvi í Vestmannasundi, men hevur hvørjaferð fingið skaða, sum eftir øllum at døma hava verið ov kostnaðarmiklir at umvæla.

Sambært seinasta roknskapinum var skuld til onnur uppá 1,7 mió kr var í felagnum, nú tað fór í skiftirættin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo