Hon pástóð, at hon nærkaðist 40. Eg mundi spurt hana: frá hvørjum enda
- Bob Hope
Útlendis ítróttur

- Men so fær tann besti venjarin, sum felagið hevur havt, fótin, segði «The Special One» í sínum sjey minuttir langa sjónvarps monologi eftir 1-3 móti Southampton.

Mourinho var greiður í síni talu eftir dystin: Chelsea átti brotsspark við 1-1, men dómarin tordi ikki at geva felagnum brotsspark.

– Men eg skal ikki smoyggja mær undan ábyrgd, segði hann.

– Vit vita at dómarin tordi ikki at geva okkum brotsspark, tí so fáa vit kritikk frá tykkum miðlum. Tí tora dómararnir ikki at geva okkum brotsspark. Hetta brotssparkið var púra klárt, men dómarin tordi ikki at brígsla.

– Eg eri líkaglaður um eg verið revsaður fyri at siga hetta. Eg smoyggi mær ikki undan ábyrgd, eg velji at siga frá. Um felagið ynskir at geva mær fótin, so geva teir mær fótin. So fær tann besti venjarin sum hetta felagið hevur havt fótin, segði ein nakað uppgressaður Mourinho beint eftir dystin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo