Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

So var ultra religiøsi dagurin við stóra D aftur! Hesaferð í samkomuni Immanuel. Undangongumenn og kvinnur fyri fráfallinum í Føroyum luttóku og vóru við. Tað eitur so óskyldigt “Felagsgudstænasta”, men handan kulissurnar býr ein agenda, har Katólska kirkjan við sínum villeiðandi ondsmaktum og lærdómum ilra anda, geva seg út fyri at vera “eitt í trúnni” við hini samfeløgini, men so er ikki.

Skøkjudøturnar ráða ikki, og hava einki at skula sagt, táið endaliga avgerðin skal takast, men verða kroystar niður í knøini at lýða skøkjumammuna. Sokallaðir pinsavinir hava sjálsvsagt ikki havt ondsbedømilsi í eini 40 ár, og hava ikki avslørað hesa fráfalsleið frá sannleikanum, men hava sovið fast eins og fráfalni kongur Saul gjørdi á sinni. Og ljóðið frá snorkan og tungum andadrátti hevur verið teirra vitnisburður og eyðkennis-ljóð. Hetta tí at teir, ið stóðu aftanfyri talarastólin og góvu seg út fyri at vera sendiboð í stað Kristusar ongantíð vóru kallaðir og ongantíð vóru útsendir frá Harranum, men menniskjum, familjum, organisatiónum og egnum stórheitstankum. Og táið soleiðis er, so manglar ondsbedømilsi, kraft, dristigheit og tann styrki, ið skal til, fyri at halda allar glúpskar úlvar burtur frá fylginum!

Táið falski profeturin Zedekias, sonur Ken’an traðkaði fram, so hevði hann ein sjálvmonteraðan hjálm, við sjálvmonteraðum hornum og stangaði sum ein óður tarvur. Eg síggi fyri mær allar hesar religiøsu leiðararnar eins og Zedekias. Teir vóru 400 í tali í hølinum á Zedekiasi við sjálvmonteraðum embæti, kalli, tænastu, forkynnilsi og læru. Eg síggi ikki Gud Ísraels í hesum kvinnum og monnum, men ein superforførandi spádómsanda frá avgrundini.

Evnið 3. páskadag var úr 2.Kor.5.17. Og dentur varð lagdur á tann nýggja skapningin. Eingin, og absolutt eingin av teimum religiøsu kirkju og samkomunum hava somu uppfatan av nýggja skapninginum. Katolikkarnar trúgva, at frelsa liggur í dópi og sakramentum og játtilsi av pávanum. Lutherska kirkjan trýr uppá barnadóp, og at man áðrenn barnadóp er eitt djevulsins barn.

Frelsunarherurin tvíheldur uppá handan idiotiska búnan, og at búnin er “heilagur”. Pinsavinir halda, at gongur tungan í 5 gervi, og at karisman er í topp so er ein á góðari leið og Adventistarnir tvíhalda, at hvílanin liggur í sabbatsboðnum. Er tað veruliga so, at Kristi likam er so spalta? Eitt annað, ið eg øtist við, er at tann nýggi skapningurin, ið Gud stendur aftanfyri veruliga kann vera so religiøst dáraagtigur og óhjálpin, at hann ikki finnur útav, at hetta, ið fólk egentliga kalla veking er ein enorm villleiðing!

Men í øllum hesum, so veit eg um mong, ið harmast um hesa gongdu leið, og tey øtast. Men tey hava ikki mót og dirvi at tala Roma beint ímóti, men kenna á sær at sangurin hjá kong Dávid rámar tey “hervápnini ganga til grundar”.

Men henda grein er til tín, ið vil taka eitt síðsta uppgerð, kanska tað týdningarmiklasta nakrantíð, áðrenn Jesus kemur aftur. Harrin talar til tín, og tú veit, at hetta er alvor og at tú ikki kann renna undan hesum boðskapi.

Tú hevur onga makt eftir at standa fráfallinum ímóti, tí tað er ligið so langt út á nátt og hetta er komið fyri at vera, og tað fer bert at taka til í styrki. Men vegna tað, at tú ert útvald/ur so hevur Harrin unt tær eina kraft og styrki eftir, og tað er at bróta við tað system, ið tú ert vavd/ur inní. Tað kostar tær enn einaferð stríð og tár, men hetta er leiðin tú mást ígjøgnum. Kraftin, ið Harrin gevur tær, er ætla eina og aleina til at siga farvæl við tað, ið nú er yvirtikið av sjakalum. Kraftin er ikki ætlað til, at tú skalt nýta meiri tíð uppá at finna eina loysn, tí har er eingin loysn. Ikki diskutera við fráfallið, tí tað diskussión tapir tú.

Men Orðið í Es.52,2 er til tín. Rist dustið av tær, reis teg, set teg í sæti títt Jerusalem! Loys bondini av hálsi tínum, tú hin hertikna, dóttir Zion! Harrin segði: tú hin hertikna. TÚ skalt loysa tey, tí TÚ hevur fingið tað kraft og náði, ið skal til fyri at útføra hetta. Ger sum Dávid kongur, lat sess tín standa tóman. Sig farvæl við Saul og Abner. Tað skuldi ikki verið so torført, men sig eisini farvæl við Jónatan, sum er torført. Takka honum fyri tað góða, men sig við hann, at her skiljast okkara vegir! Tú skalt til Jerusalem!

Sjálvt um Jónatan við eymari og mildar rødd sigur, at tú verður saknaður, so lat ikki hansara sakn steðga tær við at bróta upp av nýggjum. Hvat nyttar at sita við teirra lið, og so missa lívið? Tú hevur eina rættvísis sál, men hon pínist. Handla tí uppá einglavitjanina í hesari ávaring frá mær og flýggja niðan í fjøllini. Drála ikki, kenn at Harrin tekur teg undir arm og leiðir teg, tí hann vil spara teg frá dóminum, ið skal raka hetta gudloysi! Síðsta heilsanin frá Paulus til Timoteus var: Royn, alt tú kanst, at koma, áðrenn veturin kemur! Royn alt, áðrenn andaligi veturin gerst ov sterkur, kaldur og dagarnir styttast, og ov seint verður at fara til Paulus!

Hallur Sørensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo