Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Á myndini sæst Líf Magnuedóttir í desember 2017 á Vaglinum saman við millum onnur Anniku Olsen, borgarstjóra

Leygardagin fara umboð fyri Reykjavíkar kommunu at fella stóru jólatrøini til Austurvøll í Reykjavík og til tinghúsvøllin í Havn. Vanliga er tað borgarstjórin í Reykjavík, sum fellir trøini.

Sum siður er, fær Havnin jólatræið sum gávu frá Reykjavíkar kommunu. Træið verður avskipað 22. november og verður tendrað á Vaglinum leygardagin 1. desember.

Eins og í fjør umboðar Líf Magneudóttir, borgarfulltrúi, Reykjavíkar býráð undir hátíðarhaldinum á Vaglinum, tá jólatræið verður tendrað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo