Mangan er skjótari at kvetta enn at knýta
- V. Poulsen
Vinna

Uppboðssølan, sum verður týsdagin í komandi viku, er útsett frá 20. og 27. juni, tí nýggju aktørarnir sum fáa menningarkvotu skuldu fáa ein møguleika at bjóða á uppboðssøluni.

Men er talan um ein nýggjan aktør, so skal hann undangóðkennast áðrenn, og tað er ein stórur spurningur, um undangóðkenning kann fáast áðrenn.

Fiskimálaráðið boðaði miðskeiðis í juni frá, at sølan av rættindum at veiða makrel verður avgreidd 14. august 2018. Seinasta freist at lata boð inn er 14. august kl. 12.00.

Sølan av rættindum at veiða norðhavssild verður avgreidd 16. august 2018, og seinasta freist at lata boð inn er 16. august kl. 12.00.

VP hevur spurt Elmar Højgaard, stjóra í Vørn, um ein nýggjur aktørur hevur nakran møguleika at fáa undagóðkenning, áðrenn hesar uppboðssølur, og er svarið hjá Elmari Højgaard, at tað fer at knípa.

Men hann leggur tó afturat, at tað er eisini nógv tengt at, hvussu hetta loyvið er sett saman.

- Er talan um ein nýggjan aktør, sum ikki hevur undangóðkenning, so kann lættliga ganga ein vika at fáa undangóðkenningina, sigur Elmar Højgaard.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo