Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Vágatíðindi

VisitKalsoy: Sambært samansettum hagtølum frá heimasíðuni hjá Strandferðsluni fyri summarhálvuna frá apríl til september, so økist ferðafólkatalið framvegis á smærri oyggjaleiðunum meira ella minni.

Bæði á Kalsoyar- og Mykinesarleiðini er ferðafólkatalið seinastu 5 árini hækkað meira enn til tað dupulta, meðan ferðafólkatalið á Fugloyarleiðini er økt nakað.

Komandi árini fer ferðafólkatalið á Kalsoyarleiðini uttan iva at økjast við somu ferð, tí Kalsoyggin ber nógv, og har kann mann sigla til næstan hvønn dag á árinum. Við núverandi ferð kann man rokna við 100.000 ferðandi um 5 ár.

Økta ferðafólkatalið viðførir longu í dag, at ordiligur gonguvegur má gerast út á Kallin, at toilet- og hølisviðurskifti mugu skipast á Syðradals kaj, at bussleiðin má mennast bæði í túratali og stødd av bussi, og at SAM siglir oftari týs- og hósdagar.

Grundarlag er longu nú fyri at bjóða fram taxakoyring í oynni og at útleiga bilar og súkklur – eins og grundarlag fyri at útleiga kømur og at reka hotel- og matstovuvirksemi er komið fyri at vera – og ikki minst fyri at opna ein handil í oynni, tí í løtuni er bara ein kiosk á Trøllanesi. Og so sjálvandi øll møgulig ferðavinnutiltøk sum framsýningar, guidaðar túrar og aðrar upplivingar.

Uttan iva fer ferðafólkatalið út í Mykines at økjast lutvíst líka nógv, um man ikki setir onkrar hindringar fyri hesum.

Í Mykinesi er ferðavinnan eldri og væl meira búnað enn á Kalsoynni, sum ikki hevur verið so væl vitjað fyrr enn nú, síðani Kópakonan varð reist í Mikladali í 2014.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo