Summi spreiða gleði allastaðni har tey koma. Onnur, tá tey fara
- Oscar Wilde
local.fo

News in English

Vinna

Mynd tikin í Porkeri í dag. Mynd: VP.FO

Herfyri var eitt lesarabræv á VP, har spurt var í lesarabrævinum, um einki hámark er á fiskiskapinum hjá ferðamanninum sum at vísa seg ótarnaður fiskar av "fólksins ogn" og flytur út á útlendska marknaðin.

- Í Suðri eru fleiri bátar, sum eru mannaðir við ferðamonnum, sum vísa seg at útflyta nógv av "føroya fólks ogn".

- Útlendingarnir koma hendavegin og manna einar 5-6 bátar, og so fara teir út at fiska og standa so á bryggjuni og flekja, tá ið teir eru komnir aftur av føroysku grunnunum, skrivaði ein ið nevndi seg Undrandi sjómaður.

Víðari var sagt, at veiðan verður so flutt av landinum í frystibilum, sum koma 14. hvønn dag, og er hetta mannagongdin alla summarhálvuna.

- Eg havi skilt at okkurt er í føroysku lóggávuni um, at ferðamenn kunnu leiga sær ein fiskitúr í Føroyum, og er hetta helst gjørt at stimbra føroysku ferðavinnuni, sum møguliga nú hevur fingið í so nógvan stimbur.

- Í hesum førinum í Suðri, í Porkeri, sær meira og meira út til at hetta er vorðið ein vinna, har føroyskur fiskur verður útfluttur uttanum allar skipanir at vísa seg.

- Mín spurningur er tí, hví einki hámark er sett á, hvussu nógv útlendski ferðamaðurin hevur loyvi at fiska í Føroyum av "føroysku ognini hjá føroya fólki"? spurdi lesarabrævskrivarin.

VP sendi fyrispurningin víðari til Fiskimálaráðið tann 13. mai 2019, men hevur ikki fingið nakað svar enn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo